Filtrar por género

Námsvarpið

Námsvarpið

Føroya Pedagogfelag

Námsvarpið, um námsfrøðið - Føroya Pedagogfelag Nicodemus Líggjasson og Ingolf S. Olsen skipað fyri.

7 - Vøggustovunámsfrøði, 7. sending.
0:00 / 0:00
1x
  • 7 - Vøggustovunámsfrøði, 7. sending.

    Oftast er tað í vøggustovuni, at børnini sum umleið eitt ára gomul fyrstu ferð fara úr trygga reiðrinum heima hjá foreldrunum og traðka ella grulva inn í stovnsheimin. Og tað ræður um at fáa eina góða byrjan, leggja tey dent á á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka.

    Hesa ferð hevur Námsvarpið vitjað stóra dagstovnin á Flatinum á Oyrarbakka, har námsvarpsverturin Nicodemus Líggjasson hevur tosað við stovnsleiðaran Rosu Prestá og námsfrøðingin Anju á Bø, ið arbeiðir í Tippinum, sum er ein vøggustovueind á Flatinum.

    Anja vísir á, at námsfrøðingar vita, at tey fyrstu trý barnaárini eru ógvuliga týdningarmikil og grundarsteinurin fyri allari víðari menning av børnunum, og tí kann tað undra, at tað ikki er fyrr enn hesi seinastu árini, at tað er granskað nakað serligt í teimum smáu barnaárunum.

    Men á Flatinum verður nógv gjørt burtur úr vøggustovunámsfrøðini, at børnini verða møtt við nógvum kærleika, umsorgan og nærleika, og at tað verður arbeitt í tøttum relasjónum við hvørt einstakt barn og foreldrini.

    - Vit leggja dent á at fáa eina góða byrjan, tí vit eru faktiskt fyrsti liðurin í hesi útbúgvingarfasuni, sum er eitt langt lív hjá einum barni, greiðir Anja frá.

    Av tí sama geva tey sær góða tíð við innkoyringini, tá eitt barn er byrjað í vøggustovu. Ein broyting seinastu árini er, at páparnir eru vorðnir meira virknir í tí tilgongdini. Í so máta sær Rosa týðuligan mun á nú og fyrr.

    - Nú havi eg verið leiðari í so nógv ár, at tá var tað meira mamman, men tá var tað eisini í tíðini. Tá var tað mamman, sum tók sær meira av børnunum, og kanska fekk pápin ikki loyvi til at vera so luttakandi, sum hann er í dag; í dag krevst, at bæði foreldrini eru luttakandi, sigur hon.

    Mon, 19 Feb 2024 - 39min
  • 6 - Tann fantastiski heilin – Vitanin um heilan er effektiva amboðið í neuronámsfrøðini. 6. sending, desember 2023

    ”Heilin er so fantastiskur”, sigur Lis Jonhardsdóttir Sørensen einastaðni, og tað er júst tað, hann er, og tí er tað eisini so fantastiska áhugavert at hoyra hana greiða frá neuronámsfrøðini.


    Lis er útbúgvin námsfrøðingur í Føroyum í 2006 og hevur seinni sum ein av heilt fáum føroyingum tikið eftirútbúgving í neuronámsfrøði.

    Tað gjørdi hon á professiónsháskúlanum UCN (University College of Northern Denmark) í Aalborg í 2014.

    Hon arbeiðir í forskúlanum Brúgvin í Runavíkar, og Nicodemus Líggjasson hevur verið á gátt hjá henni.

    Hóast Lis hevur sína servitan við sær í øllum sínum arbeiði, so leggur hon dent á, at neuronámsfrøðin ikki skilir seg frá tí ”vanligu” námsfrøðini, men heldur flættar seg inn í hana, og at munurin serliga er, at neuronámsfrøðingurin hevur eina vitan um heilan og prosessirnar, sum henda har.

    Servitanin er ein eyka dimensjón í námsfrøðini, ella sum Lis sigur tað: ”Neuronámsfrøði er námsfrøði, sum er kryddað við heilagransking og neurosálarfrøði”.

    Tue, 02 Jan 2024 - 49min
  • 5 - Skíggjanýtsla – talgildi alheimurin er ikki svart-hvítur. 5. sending, november 2023

    Er skíggjanýtsla hjá børnum og ungum bara av tí ringa? Tað helt Sunnuva Egilstrøð Poulsen í veruleikanum, áðrenn hon sum námsfrøðilesandi fór í gongd við sína bacheloruppgávu um júst skíggjanýtslu. Hon tók námsfrøðiútbúgvingina í Danmark, á Københavns Professionshøjskole – Campus Carlsberg. Sunnuva tók prógv í summar og starvast nú sum námsfrøðingur í Skúlanum á Trøðni.

    Nicodemus Líggjasson, námsfrøðingur og poddvarpsvertur, hevur í hesi útgávuni av Námsvarpinum prátað við Sunnuvu um skíggjanýtslu, og 11 ára gamla dótturin Serafia, ið má finna seg í rættiliga avgjørdum reglum fyri síni skíggjanýtslu bæði heima og í skúlanum, sleppur eisini til orðanna.

    Sunnuva avdúkar tó, at hon sjálv broytti støðu til skíggjanýtslu, meðan hon arbeiddi  við bacheloruppgávuni – hon flutti seg við egnum orðum ”frá at vera so ræðuliga anti til at royna at síggja møguleikarnar við skermbrúki”. Uttan tó at fara heilt yvir í hitt borðið. Tí myndin er ikki svørt-hvít; hjá summum eru partar av talgilda alheiminum, sum skíggjarnir rúma, eins turvelvandi og kokain, men tað ber hinvegin til at hava eina hóvliga nýtslu, og talgildi alheimurin rúmar eisini appur og annað gott, ið kann brúkast sum hent námsfrøðilig amboð.

    Mon, 27 Nov 2023 - 1h 08min
  • 4 - Avstigmatisering hevur alt at siga, 4. sending oktober 2023

    Ari Brimheim og mamman Krista um autismu.

    Námsvarpið vitjar 24 ára gamla Ara, ið hevur autismu, og mammuna Kristu

    Longu tá Ari Brimheim var pinkubarn, og tey júst vóru komin heim av føðideildini, legði mamman, Krista Oddsdóttir Brimheim, til merkis, at hann kensluliga var øðrvísið enn pinkubørn flest. Hon er sjálv útbúgvin sosialnámsfrøðingur og sá skjótt onkur tekin um autismu, men hon hevði tó ongantíð sæð so smá børn við autismu. So í fyrstani vildi familjan vita, hvussu leikur fór. Tekini blivu tó fleiri og týðuligari, og tá Ari var tvey ár, var ikki longur nakar ivi um, at hann hevði autismu.

    Tue, 31 Oct 2023 - 1h 11min
  • 3 - Dagstovnurin Kura, 3. sending oktober 2023

    Dagstovnurin Kura, Starvsfólk í Kollafirði greiða frá teirra virksemi og tankarnar aftanfyri.

    Tue, 31 Oct 2023 - 58min
Mostrar más episodios